"Wolfgang" er heitið á sjálvnevndu debut LP'ini við rokkbólkinum Wolfgang. Á plátuni eru 11 sangir á enskum máli, sum limirnir í bólkinum í stóran mun hava skriva í felag.

Í tíðindaskrivi verður boða frá, at plátan hjá Wolfgang er ikki bert ein vanlig tónleikaútgáva. Tað er eisini ein samanumtøka av søguni hjá kenda føroyska Hard Rokk bólkinum, ið kom fram sum partur av føroysku rokk-rørsluni í 90'unum, og skein bjart til ljósið sløknaði fyrst í 00'unum.

Teir sum mannað Wolfgang eru:

Einar Jacobsen, sang Bergmann Finnsson, guitar Kári Streymoy, trummur Gunnar Thomsen, bass

Hans Heðinsson Hammer hevur tikið upp, framleitt, ljóðblandað og frumbanda útgávuna, sum plátufelagið Tutl hevur givið út.

Skotsmál:

10/10 stjørnum: Páll Oddur Rubbeksen 9/10 stjørnum: Hergeir Eldevig

Eyðfinn Jensen er vertur.

Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör Kringvarp Føroya. Innehållet i podden är skapat av Kringvarp Føroya och inte av, eller tillsammans med, Poddtoppen.