Kvørnin
Avsnitt

Kvørnin: "Future Sports", Baldur

Dela

Á debut EP'ini "Future Sports" eru 6 sangir á enskum máli og eitt ljóðførislag, sum Baldur Nikolaj Heinesen Olsvig hevur skrivað. Tónleikin hevur Baldur framleitt saman við Alexander Bie, August Ørvad Jacobsen og Emil Mors Rasmussen.

Allir sangirnir eru grundaðir á klassiska bólkakonstellation við bassi, guitari, trummum og sangi - víðkað og litað av ljóðborðum, vocodarum, talkbox og soundscape-elementum, sum vekja ein futuristiskan sci-fi-stemning.

Í tíðindaskrivið verður greitt frá, at stílurin og ljóðið á EP'in Future Sports er ein samanrenning millum Sci-fi disco, synthpop og sport vibes - eitt ljóð, sum kom til í einum lítlum kamari í Havn, har teir 7 sangirnir vórðu skrivaðir ein myrkan vetur, við íblástri frá føroyska náttarlívinum og einum longsli eftir várinum.

Tað ítróttarliga og futuristiska endurtekur seg eisini í tekstunum, har sci-fi tilvísingar og ítróttarhugtøk renna saman sum myndamál. Í kjarnuni snýr Future Sports seg um menniskju, sum bróta seg úr stagnation og søkja framgóngd, og um stríðið at mennast og finna sína egnu leið.

Skotsmál:

8/10 stjørnum: Páll Oddur Rubbeksen 7/10 stjørnum: Birgar Larsen

Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör Kringvarp Føroya. Innehållet i podden är skapat av Kringvarp Føroya och inte av, eller tillsammans med, Poddtoppen.