Á heildarútgávuni "TeleMama" eru 10 løg, sum limirnir í bólkinum hava gjørt í felag. Tekstirnar hevur Óli Joensen, forsangari í TeleMama, skrivað. Átta eru á enskum og tveir á føroyskum máli.

Tónleikarar á útgávuni eru: Óli Joensen - sang, kór og guitar Hendrik Jacobsen - guitar Ørvur Argenziano Hentze - bass Dan Eyðun Karbech Saxov - tangentar Jákup Holm Johannesen - trummur Sjúrður Zachariasson - saxofon

Upptøkurnar eru gjørdar í íbúðini heima hjá einum limi í TeleMama og í Atmozonic upptøkuhølinum í Danmark, har útgávan eisini er ljóðblandað og frumbandað - burtursæð frá sanginum "Hindsight", sum Hans Poulsen hevur ljóðblandað og frumbandað.

Bólkurin TeleMama trein á fyrsta sinni alment framm í tónleikakappingini Sement í 2021, og hóast bólkurin ikki kom víðari til finaluna, fekk hann sera góða móttøku frá áhoyrarunum. Aftaná Sement kappingina fekk bólkurin fleiri fyrispurningar frá føroyskum konsert og festival fyriskiparum, og TeleMama varð eisini boðin at spæla G! festivalinum sama árið. Tíverri bleiv G! festivalurin í 2021 avlýstur orsakað av koronu, so framførðslan hjá TeleMama varð av ongum. Tað gleðiliga er nú, at TeleMama fer at spæla á ársins G! festivali, sum verður í Syðrugøtu í døgunum millum 16. og 18. juli.

Skotsmál: 7/10 stjørnum: Hergeir Eldevig 6/10 stjørnum: Páll Oddur Rubbeksen

Eyðfinn Jensen er vertur.

Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör Kringvarp Føroya. Innehållet i podden är skapat av Kringvarp Føroya och inte av, eller tillsammans med, Poddtoppen.