"Ókendir" er heitið á sjálvnevndu debut-útgávuni við føroyska tónleika-kollektivinum, sum fyri fyrstu ferð veruliga gjørdi vart við seg í tónleikakappingini Sement í fyrraárið, tá bólkurin tryggjaði sær pláss í finalu umfarinum.

Yvirskipað er talan um eina føroyska rapp tónleikaútgávu við lagføgrum, sangbærum niðurløgum, har tónleikastílurin ferðast víða líka frá skrappum suðurstats-trappi til kalypso stev.

Í tíðindaskrivið verða tey 11 løgini á útgávuni "Ókendir" lýst sum løtur og brot úr lívinum hjá føroyingum í aldrinum millum 20 og 30 ár. Tekstirnir eru allir á føroyskum og snúgva seg mest um kærleika, hjartasorg, ball, balladu og alt tað, sum liggur har ímillum.

Skotsmál:

9/10 stjørnur: Páll Oddur Rubbeksen. 8/10 stjørnur: Regin Toftegaard.

Eyðfinn Jensen er vertur.

Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör Kringvarp Føroya. Innehållet i podden är skapat av Kringvarp Føroya och inte av, eller tillsammans med, Poddtoppen.