Fiskivinnan er torskild. Sera torskild.
Og hóast flestu føroyingar vita eitt sindur um fiskivinnuna, so eru tey fá í talið, ið kunnu kalla seg serfrøðingar í fiskivinnu.
Men, summi luttaka dúgligari í kjakinum enn onnur. Eitt nú fiskimenn, reiðarar, búskaparfrøðingar og lívfrøðingar.
Hesir serfrøðingar í fiskivinnu eru ofta so ósamdir, at ikki er tað lætt hjá vanliga borgaranum - ella politikarum - at taka dagar ímillum, hvør hevur rætt, ella hvat slag av vitan skal viga tyngst í fiskivinnupolitisku avgerðunum.
Í seinastu sending hoyrdu vit fiskimannin og reiðaran grundgeva, hví vit - og politikarar - skulu lurta eftir teimum í sambandi við fiskivinnunýskipanina. Í dag eiga búskaparfrøðingurin og lívfrøðingurin tørn.
---
Teir hava ikki líka nógva praktiska vitan um fiskivinnu, sum tey, sum dagliga starvast í vinnuni. Hinvegin hava sonevndir frøðingar eitt annað slag av vitan og førleikum í skjáttuni.
Allar vísindagreinar hava sama endamál: at skráseta og seta eygleiðingar í eina skipan fyri at gera onkra haldgóða niðurstøðu sum kann geva eitt íkast til samansettu vitanina um eitt ávíst evni. Men ein vísindalig niðurstøða er í prinsippinum altíð ein fyribils niðurstøða. Hon skal kunna roynast av øðrum eftirkomandi vísindafólki. Er breið semja um eina tílíka fyribils niðurstøðu, og stendur niðurstøðan sína roynd yvir tíð, fær henda nýggja vitanin pláss millum aðra viðurkenda vitan innan somu vísindagrein. Viðurkend vitan verður eisini ofta nevnd ástøði.
Dømi um viðurkenda vitan - ella ástøði - innan búskaparfrøðina er sambandið millum útboð og eftirspurning. Er nógv til av eini rávøru, minkar eftirspurningurin, og so minkar prísurin eisini. Er lítið til av rávøruni, hendir tað øvugta - eftirspurningurin veksur, og prísurin veksur.
Dømi um lívfrøðiliga viðurkenda vitan - ella lívfrøðiliga ástøði - er menningarlæran, sum sigur, at livandi organismur kunnu broytast, um náttúruumstøðurnar leggja upp til tað, og um nóg nógv tíð gongur.
Men hvat kunnu so hesar vísindagreinar siga um føroyska fiskivinnu? Og hvørjum ítøkiligum íkasti kunnu tær koma við í sambandi við eina fiskivinnunýskipan?
Petur Steingrund er lívfrøðingur, og hevur staðið fyri stovnsmetingum á Havstovuni seinastu tjúgu árini. Sambært lívfrøðini eru stovnarnir avmarkaðir, og tí er høvuðsuppgávan at seta veiðitrýstið soleiðis, at sum mest fæst burtur úr stovninum yvir langa tíð, sigur hann.
Lívfrøðin hevur æruna av, at vit í dag vita, at stovnarnir kunnu ávirkast av fiskiskapi. Tí, fyri góðum hundrað árum síðan vistu fólk ikki, at fiskurin í havinum varð býttur í stovnar, og at ein stovnur helt seg til eitt ávíst øki í sjónum. Tá ið fólk byrjaðu at merkja fisk, broyttist henda fatan. Hóast fiskastovnurin nú var eitt kent hugtak, var tað framvegis hildið, at fiskimaðurin hevði eina sera lítla ávirkan á nøgdina av fiski. Men hetta broyttist í 30'unum og 40'unum.
Gamaní hevur lívfrøðin hjálpt okkum at skilja, hvussu fiskastovnar bera seg at, og hvørja ávirkan menniskju kunnu hava á stovnarnar. Men, frøðingurin situr á eini skrivstovu og arbeiðir. Fiskimaðurin er úti á sjónum meginpartin av árinum. Tí er tað nærliggjandi at hugsa, at fiskimaðurin undir øllum umstøðum veit meir um fiskiskap og fiskivinnu, enn lívfrøðingurin.
Hóast eygleiðingar, sum fiskimenn gera, eru týdningarmiklar, so hevur tað eisini týdning at skriva niður og seta eygleiðingar í eina skipan, soleiðis at tað ber til at samanbera við onnur tíðarskeið og við onnur støð. Hetta er leikluturin hjá lívfrøðinginum á havstovuni.
Eygleiðingar hjá einum lívfrøðingi og eygleiðingar hjá einum fiskimanni eiga at líkjast. Fiskimaðurin ger nógv fleiri eygleiðingar - hann brúkar nógva tíð á havinum - men hann hevur ikki sama møguleika at máta og samanbera tøl. Granskarin ger færri eygleiðingar, men hevur tá ið av tornar tøl at halda seg til.