Fiskivinnan er torskild. Sera torskild.
Og hóast flestu føroyingar vita eitt sindur um fiskivinnuna, so eru tey fá í talið, ið kunnu kalla seg serfrøðingar í fiskivinnu.
Summi luttaka dúgligari í kjakinum enn onnur. Eitt nú fiskimenn, reiðarar, búskaparfrøðingar og lívfrøðingar. Men hesir serfrøðingar í fiskivinnu eru ofta so ósamdir, at ikki er tað lætt hjá vanliga borgaranum - ella politikarum - at taka dagar ímillum, hvør hevur rætt, ella hvat slag av vitan skal viga tyngst í fiskivinnupolitisku avgerðunum. Í dag hoyra vit ein fiskimann og ein reiðara greiða frá, hví vit skulu lurta eftir teimum, tá ið avgerðirnar um fiskivinnu skulu takast. Í næstu sending tosa vit við ein búskaparfrøðing og ein lívfrøðing.
Eingin veit meir um fiskiskap enn fiskimenn. Magni Skaale er sjómaður. Í dag starvast hann í oljuvinnuni, men hann hevur eisini 25 ára royndir sum dekkari, stýrimaður og skipari í fiskivinnuni. Fiskimenn eru úti á havinum í upp til 300 dagar um árið, og tí hevur eingin líka góðan førleika at eygleiða, hvat gongur fyri seg sjónum. Í dag er tað ein stórur trupulleiki, at politiska skipanin ikki í nóg stóran mun lurtar eftir fiskimonnum, heldur Magni Skaale. Dømi eru um, at tað, sum sæst við berum eygum á sjónum ikki verður tikið í álvara í embætisverkinum.
Besta dømi um, at politisku ætlanirnar ikki eru í trá við praktiska veruleikan, er undirtøkan, sum tykist at vera millum politikarar um at fara frá fiskidøgum til fiskikvotur. Kvoturnar síggja vakrar út á pappírinum, men veruleikin er tann, at fiskidagaskipanin er meira fleksibul hjá vinnuni at arbeiða undir, sigur Magni Skaale.
Og verður vitanin hjá fiskimonnum ikki tikin í álvara, og kvotaskipanin verður sett í gildi, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar, tí fiskimenn í summum førum fara at kenna seg noyddar at blaka fisk út aftur.
Meðan fiskimaðurin hevur eina serliga vitan um gerandisdagin á sjónum, leggja reiðarar serliga dent á tær avbjóðingar, sum ein fiskivinnunýskipan kann hava fyri skiparaksturin. Og sjálvsagt veit eingin meir um fiskiveiðurakstur enn ein reiðari. Hanus Hansen er reiðari og stjóri á JFK Trol í Klaksvík. Hann heldur, at politikarar eisini mugu lurta eftir reiðarum. Í dag verður sjónarhornið hjá reiðarum ikki tikið í nóg stórum álvara, heldur hann. Eitt dømi um er, at eingin reiðari slapp upp í fiskivinnunýskipanarnevndina, sum handaði landsstýrismanninum í fiskivinnumálum eitt tilmæli í heyst.
Men fiskivinnunýskipanin snýr seg um annað enn fiskiskap og virkisrakstur. Orsøkin til, at vit skulu hava eina nýggja fiskivinnuskipan frá komandi ári er, at løgtingið í 2007 metti, at fiskivinnan sum heild kann fáa betri vinning, og at hesin vinningur í størri mun skal koma samfelagnum til góðar.
Hanus Hansen heldur eisini, at samfelagsbúskaparlig atlit skulu takast í sambandi við fiskivinnunýskipanina. Hann viðurkennir, at reiðarí av góðum grundum eru skrúvað soleiðis saman, at tey fyrst og fremst hava egnan vinning fyri eyga. Men reiðarar eru eisini áhugaðir í at koma við einum íkasti til samfelagið, sigur hann. Tað týdningarmesta frá reiðarasjónarhorninum er at vinnan hevur tryggar karmar. Og afturfyri tryggu karmarnar og langtíðarrættindini er tað rætt, at reiðarar gjalda aftur til landið.
Ein áskoðan, sum Magni Skaale kann taka undir við. Ein útbreidd misskiljing, er at samfelagið onkursvegna er fyri vanbýti, tá ið vinnan hevur stóran vinning. Hevur vinnan tað gott, hevur samfelagið tað gott, heldur hann. Men hóast teir báðir halda, at tey, sum dagliga virka í fiskivinnuni kunnu koma við einum týdningarmiklum íkasti til kjakið, so eru teir kortini sinnaðir at byggja brýr til sonevndu frøðingarnar. Tað tænir ongum endamálið, at vinnan og frøðin liggur í hvør síni veit...