Øll, sum koma eftir okkum, skulu eisini fáa lut í virðunum, sum fiskivinnan gevur av sær. Tað er hetta, burðardygd í fiskivinnuni í høvuðsheitum snýr seg um.

Í seinasta parti umrøddu vit lívfrøðiliga burðardygd. Men tað eru aðrir mátar at skilja og tosa um burðardygd. Eitt nú búskaparliga burðardygd og samfelagslig burðardygd.

At burðardygd kann hava ymisk andlit verður eisini umrøtt í samgonguskjalinum, í uppskotunum um fiskivinnunýskipan og fer ivaleyst at fylla nógv í komandi politisku viðgerðini.

Men er samsvar millum ymisku mátarnar at tosa um burðardygd í fiskivinnuni? Kann eitt slag av burðardygd onkursvegna stríða ímóti einum øðrum slagi? Og um so er, hvussu skal ein yvirskipað burðardygd so røkkast?

---

Búskaparlig burðardygd snýr seg í stuttum um at fáa so nógvan vinning sum gjørligt, við so lágum útreiðslum sum gjørligt í so langa tíð sum gjørligt. Hevur dagsins vinningur negativa búskaparliga ávirkan á okkara eftirkomarar, er talan sostatt ikki um búskaparliga burðardygd.

Tey flestu munnu vita, at støddin á fiskastovnunum hevur ávirkan á, hvussu stórur búskaparligi vinningurin kann vera. Tí er torført at tosa um búskaparliga burðardygd uttan at taka lívfrøðiliga sjónarhornið við. Men prátið um lívfrøðiliga burðardygd fer oftast at snúgva seg um veiðutrýst, ungfiskavernd og yvirskipaðað stovnsrøkt, meðan búskaparlig burðardygd snýr seg um vinning, búskaparvøkstur - í stuttum um pengar.

Sambært fiskivinnunýskipanarnevndini, sum lat fiskimálaráðnum álit um fiskivinnunýskipan í heyst, er ein grundleggjandi partur av búskaparligu burðardygdini at fáa so stórt yvirskot - sonevnda tilfeingisrentu - av fiskiskapinum sum gjørligt, soleiðis at landið kann krevja ein part av yvirskotinum. Er yvirskotið avmarkað, kann landið illa rættvísgera at taka ein part av yvirskotinum úr vinnuni. Men tað kann landið, um yvirskotið er langt út um tað vanliga.

Johnny í Grótinum er búskaparfrøðingur og formaður í nýskipanarnevndini. Hann leggur stóran dent á, at tað almenna eigur at blanda seg upp í fiskivinnuna, til tess at tryggja eitt optimalt yvirskot. Og tað skal landið, tí fyritøkurnar eru ikki sjálvar førar fyri at skapa búskaparliga burðardygd í vinnuni. Reiðarí hava hvørki førleika ella skyldu at raðfesta burðardygdina í fiskivinnuni. Ein fyritøka er fyrst og fremst sett í verðina fyri at halda eyguni við egnum vinningi. Búskaparlig burðardygd kann sostatt bara røkkast, um onkur hevur yvirskipað yvirlit á samfelagsbúskapinum. Og tað er uppgávan hjá politisku myndugleikunum.

Hvussu myndugleikarnir fara at megna uppgávuna er enn óvist, men formaðurin í nýskipanarnevndini heldur seg kunna eygleiða nakrar andsøgnir millum búskaparliga og samfelagsliga burðardygd í uppskotinum hjá samgonguni, sum fer til viðgerðar í løgtinginum í næstum. Samgongan hevur gjørt vart við, at hon ynskir meir virksemi kring landið, at stóru fyritøkurnar skulu tálmast, og at fleiri skulu sleppa fram at í fiskivinnuni. Hetta er eitt dømi um, at búskaparliga burðardygdin og samfelagsliga burðardygdin stríða ímóti hvørjum øðrum.

Við øðrum orðum: optimala yvirskotið, sum er aðalendamálið við búskaparligari burðardygd, kann øgiliga skjótt drukna í útreiðslum, um tað eru ov nógvar hendur og ov nógv skip í fiskiskapinum. Virksemið er við øðrum orðum ikki búskaparliga skynsamt, tá ið útreiðslurnar eru næstan líka stórar sum inntøkurnar.

Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör Kringvarp Føroya. Innehållet i podden är skapat av Kringvarp Føroya och inte av, eller tillsammans med, Poddtoppen.