Meg minnist
Avsnitt

Meg minnist - Dánjal Andreasen (3:5)

Dela

Dánjal Andreasen var eina tíð til skips við "Grunningi". Ein dagin hitti hann skiparan Kjartan Joensen, sum júst tá hevði keypt "Hvilvtenni". Hann spurdi, um Dánjal kendi nakran 2. meistara. Jú, svaraði Dánjal, hann kendi ein, sum æt Dánjal Andreasen. Nú var hann við Kjartani á rækjuveiði í Grønlandi. Í 1977 tók hann prógv sum maskinistur og fór við aftur "Hvilvtenni".

Í 1980 fór hann í land og arbeiddi eina tíð hjá Brøðrum Petersen. Tók seinni prógv sum maskinmeistari. Fór eisini í starv á Landsskúlafyrisitingini, har hann serliga hevði áhuga fyri at menna maskinskúlan.

Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör Kringvarp Føroya. Innehållet i podden är skapat av Kringvarp Føroya och inte av, eller tillsammans med, Poddtoppen.