Alfred hevur búð í Saltnesi síðani 1978. Fyrstu fólk í Saltnesi vóru Óla Christian Joensen og Inger Ann í 1837. Næstur var skúlalærarin Johs. Petersen og síðani Andrias í Túni við húski. Óla Christian, nevndur Olgar, vildi eiga trøðna, sum hann velti. Søkti, men fekk nei frá øllum í Føroyum.

Í 1845 helt hann til Keypmannahavnar at hitta kongin Chr. 8. Mundi síggja nakað øgiligur út eftir drúgva ferð. Fyrsta kongur segði, var: "Gud har skabt dig i sin vrede". Olgar svaraði: "Og vi er skabt í samme billede". Endin var, at trøðin í Saltnesi varð gjørd til arvafestitrøð. Hetta fyribrigdi breiddi seg víða um landið og hevði nógvar niðursetubygdir við sær, eitt nú Hvítanes.

Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör Kringvarp Føroya. Innehållet i podden är skapat av Kringvarp Føroya och inte av, eller tillsammans med, Poddtoppen.