Maria Tórgarð fór við øllum, tá Geytin varð latin í farnu viku. Í Frímælt hesa ferð tosa vit um persónligu og inniligu søguna, sum Maria Tórgarð fortelur um mammu sína, um seg og sína familju.
Vit fara eisini ein túr á FMA, sum verður fríggjakvøldið hesa vikuna. Eitt tiltak, sum verður í Norðurlandahúsinum og víst í beinleiðis sjónvarpi. Marianna fortelur um fyrireikingarnar.
Seinasti partur av Hoydølum er sendur. Vit taka saman um røðina, sum hevur lagt Føroyar fyri sínar føtur.
Og so er semja um, at fleiri kvinnur mugu framat - og tað á øllum frontum. Í Frímælt hesa ferð er tað serliga í tónleiki og politikki, at javnstøðan - ella mangul upp á tað sama - verður viðgjørt.
Gestir í Frímælt eru Marianna Winther Nagata, samskipari av FMA, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Kristinn Vang, journalistur í Frihedsbrevet.
Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör
Frihedsbrevet Føroyar. Innehållet i podden är skapat av Frihedsbrevet Føroyar och inte av,
eller tillsammans med, Poddtoppen.