Tey eru fleiri, sum hava fingið ilt av, at Kringvarp Føroya og Føroya Banki hava kunngjørt, hvussu nógvar pengar føroyingar brúktu í Oslo. Men hví tað - og er tað eitt problem?
Røðin Gev mær tínar pengar í Frihedsbrevet nærkast endanum. Til dagsins part av Frímælt hevur Rólant funnið fram eina upptøku, sum verður at hoyra í sætta og seinasta partinum av Frímælt, sum er við føroyska falsaran.
Kaj Leo Holm Johannesen umhugsar at stilla upp aftur í politikki, Sámal Hansen er í uppskoti til eina virðisløn og Fernando Troleis hevur mist móti og flytir av landinum.
Hetta og annað mangt er tað, ið fyllir Frímælt hesa ferð.
Gestir eru Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri, Mikael Blak, tónleikari, og Róar Mørkøre Hansen, lesandi.
Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör
Frihedsbrevet Føroyar. Innehållet i podden är skapat av Frihedsbrevet Føroyar och inte av,
eller tillsammans med, Poddtoppen.