Í gjár kom fíggjarlógaruppskotið fyri 2027. Tað fyrsta frá nýggju samgonguni.
Rakstraravlopið var 38,5 milliónir krónur, men 25 milliónir krónur fara út aftur beinanvegin at fíggja inntøkuminkingina, ið stendst av, at inntøkumarkið fyri mótrokning í pensjónini verður munandi hækkað.
Tá tann millumrokningin er gjørd, er avlopið tódnað niður í 13,5 milliónir krónur.
Avlopið er fingið til vega við sparingum onkrum samanleggingum.
Ein almennur stovnur, sum kundi hugsað sær nøkur oyru úr landskassanum, er Vørn, sum í løtuni er uttan vaktar- og bjargingarskip, nú bæði Tjaldrið og Brimil liggja - Tjaldrið við brotnum giri og Brimil vegna planlagt viðlíkahald.
Í fíggjarlógaruppskotinum fær Vørn fýra milliónir krónur til at fyrireika og prosjektera eitt nýtt vaktarskip, sum skal koma í staðin fyri 50 ára gamla Tjaldrið. Landsstýrið ætlar, at nýggja skipið skal verða liðugt 2030.
Fíggjarlógin og vaktarskipini eru evnini í Breddanum í dag.
Við í sendingini: Rebekka Joensen, búskaparfrøðingur, Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Jóhan Simonesen, fyribilsstjóri hjá Vørn, Jóannes Heimustovu, samskipari hjá Vørn og Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskimálum
Gjørt sendingina: Birita Matras Petersen, Ingolf S. Olsen og Katrin Johannessen, sum eisini var redaktørur.
Framleiðari: Herluf Sørensen
Teknikari: Kári Annand Berg.
Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör
Kringvarp Føroya. Innehållet i podden är skapat av Kringvarp Føroya och inte av,
eller tillsammans med, Poddtoppen.