Breddin
Avsnitt

Breddin: Eru vit í holt við at missa tamarhaldið á vitlíki?

Dela

Kunnu maskinur hugsa?
Longu í 1950 spurdi bretski støddfrøðingurin og teldufrøðingurin Alan Turing henda spurningin.
Í dag er spurningurin ein heilt annar.
Seinastu árini hava vit hoyrt nógv um, hvat vitlíki kann gera og lætta um gerandisdagin hjá okkum, men menningin hevur gingið so skjótt, at nú ávara fólk, sum sjálvi hava verið við til at menna tøknina, um avleiðingarnar av viklíki.
Tí halda fleiri, at vit standa við eitt vegamót, tí hvør hevur ábyrgdina, tá vitlíki sjálvt fer at taka avgerðir, sum kunnu fáa álvarsligar avleiðingar?
Og kann kapp­ingin millum stórveldini og tøknifyritøkurnar gera, at trygdin verður sett til viks fyri at koma fyrst á mál?
Og eru vit í holt við at skapa okkara egna Frankenstein - eina tøkni, sum vit hava gjørt, men ikki vita, um vit megna at stýra?
Gestir: Tóri Slættalíð, námslektari, og Jógvan D. Hansen, námslektari.
Vertur: Katrin Johannesen

Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör Kringvarp Føroya. Innehållet i podden är skapat av Kringvarp Føroya och inte av, eller tillsammans med, Poddtoppen.