Fyri tey sum eiga frælsi í Tjaldhólmi er tað ein serligur dagur á árinum tá farið verður út eftir veðrunum, sum hava gingið har síðani fyrst í mai. Í sendingini í dag eru vit saman við hovbingum í Tjaldavíkshólmi. 14 fólk eru við úti í Hólminum í dag at reka veðrarnar í urðina, har teir verða tiknir.

Vanligt var at hava 24 gimbrar úti í hólminum um veturin, men hesi seinastu fimm árini hava tey havt 12 veðrar har úti um summarið, frá fyrst í mai til út í oktober.

Tað plagar at ganga væl, men henda dagin gongur minni væl. Í fjórðu royndini at reka teir í urðina eydnast at fáa hendur á teimum. Ein av veðrunum leyp á bláman, men báturin, sum lá út fyri, tók hann upp. Sum nakað nýtt fær tann, ið hevur besta veðrin, eitt ferðasteyp, sum varð latið fyrstu ferð í fjør.

Niels Jespersen, sum er seyðamaður eins og pápin var, greiðir frá úti í hólminum. Hini, sum tosað verður við á hesum túrinum, eru: Krista Ludvig, Bergljót Ludvig, Olaus Jespersen, Óli Nielsen, Niels Bech og Sonne Ludvig.

Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör Kringvarp Føroya. Innehållet i podden är skapat av Kringvarp Føroya och inte av, eller tillsammans med, Poddtoppen.