Tey umborð á Logos Hope, sum er gamla Norrøna, vóru sera glað fyri hjartaligu móttøkuna tey fingu á vestaru bryggju í Havn  í gjár, siga tey.

 

Og í móttøkuni umborð á Logos Hope sigur Margareth Dalheim Djurhuus, landsleiðari hjá OM í Føroyum, okkum, at Logos Hope fær serliga góðan stuðul úr Føroyum.

 

- Tað er rørandi hvussu stóran stuðul vit fáa. Vit fáa beinleiðis fíggjarligan stuðul úr Føroyum, serliga í sambandi við oljuna, og harafturat tekur eingin pengar fyri nakra veiting vit fáa meðan vit eru her. Eftir móttøkuna á vestaru bryggju komu 50 fólk - bæði maskinmenn, elektrikarar og handverkarar av ymsum slag, umborð og fóru niður í maskinrúmið at gera ymsar umvælingar meðan skipið er her. Alt er sjálvboðið.

 

Margareth hevur hoyrt frá fleiri, at tað er serliga spennandi at arbeiða niðri í maskinrúminum á Logos Hope, tí har er alt so gamalt. Tú kanst røra við tingini og merkja at tú gert mun.

 

Logos Hope liggur á Havnini og verður opið fyri fólki til mikudagin, og so verður farið til Klaksvíkar.  Í báðum støðum verður skipað fyri rundvísing bæði fyri almenninginum og fyri skúlaflokkum.

Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör Kringvarp Føroya. Innehållet i podden är skapat av Kringvarp Føroya och inte av, eller tillsammans med, Poddtoppen.