Radarin
Avsnitt

Radarin: Grøn kós og svørt olja

Dela

Á fimta sinni hevur veðurlagsverkfall verið uttan fyri løgtingshúsini í Havn, har FNU, átakið Ringrás, Reyði Krossur Føroya og trý politisk ungmannafeløg krevja, at stig verða tikin fyri at tálma vaksandi útlátinum av vakstrarhúsgassum, sum elva til støðugt meira oyðileggjandi veðurlagsbroytingar. Innanfyri eru teir sjey politisku flokkarnir so smátt farnir undir sítt valstríð, og allir siga seg vilja ganga ta grønu kósina, men teir vilja samstundis sleppa at leita, finna, bora og selja føroyska olju. Hvussu hongur tað saman?

Luttakarar: Elsa Berg, átakið Ringrás Martin á Fløðhamri, Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag Jóannes Eidesgaard, Reyði Krossur Føroya Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður og tinglimur fyri Tjóðveldi Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum Poul Michelsen, formaður fyri Framsókn og landsstýrismaður í oljumálum

Lagt tilrættis Brynhild Thomsen

Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör Kringvarp Føroya. Innehållet i podden är skapat av Kringvarp Føroya och inte av, eller tillsammans med, Poddtoppen.