Í dag er altjóða kvinnudagur og í tí sambandi varpa vit ljós á alt tað ólønta arbeiðið, kvinnur gera serliga í húsarhaldinum. Umframt alt tað praktiska, at heinta børn, støvsúgva, sortera klæðir, gera mat, skifta blæur v.m., so er tað eitt umfatandi "arbeiði" aftrat, sum kvinnur í sera stóran mun taka á seg: tað mentala arbeiðið (eisini kallað tað fjalda arbeiðið). Mentala arbeiðið inniber at minnast til foreldrafundir, tannlæknatíðir, spæliavtalur, ítróttartiltøk og so framvegis.
Marin Eidesgaard og Súsanna Samró eru gestir í Verkavarpinum í dag. Tær hava nevniliga skrivað høvuðsuppgávu á Setrinum um júst hetta evnið, mentalt arbeiði, og niðurstøðurnar hjá teimum eru, ikki óvæntað, at samanlagt arbeiða kvinnur meir enn dupult so nógv, sum menn, tá roknað verður uppí húsligt arbeiði og mentala arbeiðið.
Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör
Elisa Vang. Innehållet i podden är skapat av Elisa Vang och inte av,
eller tillsammans med, Poddtoppen.