Vit hitta hesuferð blaðstjóran á Dimmalætting, sum umframt at hava arbeitt leingi innan miðlaheimin er útbúgvin grannskoðari. Sveinur Tróndarson letur væl at gongdini á blaðnum, har hann á øðrum sinni varð settur sum ábyrgdarblaðstjóri fyri skjótt einum ári síðan. Vit tosa um menningina á Dimmalætting, sum sambært Svein hevur fingið óvæntað góða vend í seinastuni. Vit tosa eisini um serligar avbjóðingar hjá føroyskum miðlum og um broytingar sum henda á økinum.  Blaðstjórin sigur sína hugsan um miðlapolitikk íroknað miðlastuðul, og hann vísir á at tíðindabløð í okkara grannalondum fáa munandi almennan stuðul. Eisini eru vit inni á aktuellum málum sum er frammi fyri tíðina, nevniliga spurninginum um mutur, ið tykist koma alsamt meira í ljósmála kring heimin, har sera stórar og væl etableraðar altjóða fyritøkur vísa seg at toppa listarnar yvir mest korruptu fyritøkur. Vit umrøða spurningin eisini í einum størri høpi — ber tað yvirhøvur til sum samfelag at sleppa undan mutri?

Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör Bui Tyril. Innehållet i podden är skapat av Bui Tyril och inte av, eller tillsammans med, Poddtoppen.