Deildin á Tvøroyri fyllir 100 ár. Hon var tann fyrsta føroyska bankadeildin, sum lat upp uttan fyri Havnina. Nógv hendi á Tvøroyri um hetta mundið - og fleiri vilja vera við, at Tvøroyri var meira framkomið og virkið enn høvuðsstaðurin - so tað var ikki av tilvild, at ein deild varð stovnað júst har. Í poddinum greiðir Jens Arni Leo Hammerfoss, søgufrøðingur, frá tíðini, tá ið bankadeildin á Tvøroyri varð stovnað, og hvussu samfelagið á Tvøroyri var í 1922. Eisini greiðir hann frá, hvussu bankin sum heild er broyttur hesi seinastu 100 árini.
Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör
BankNordik. Innehållet i podden är skapat av BankNordik och inte av,
eller tillsammans med, Poddtoppen.