Sum partur av mentanarvikuni í Runavíkar kommunu var orðaskifti um mál og miðlar í Løkshøll.
Millum annað var tosað um miðlarnar í dag, hvørja ávirkan miðlarnir hava á tað føroyska málið, og hvør hevur ábyrgdina av, at føroyska málið verður varðveitt.
Tey, sum skiftu orð um hetta evnið, vóru:
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, Tróndur Vatnhamar, Uni Leitisstein Hansen, Trygvi Danielsen, Eirikur Lindenskov, Anna Joensen-Næs og Helena Kannuberg.
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri helt røðu, og Katrin Petersen var orðstýrari.
Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör
Kringvarp Føroya. Innehållet i podden är skapat av Kringvarp Føroya och inte av,
eller tillsammans med, Poddtoppen.