Plátubarrin
Avsnitt

TEMAPLÁTAN: 'Diana', Diana Ross, 1980 + eykalag '82

Dela

'Diana' var tann 11. einstaklingaútgávan hjá Dianu Ross. Hon er við sínum øðrumplássi á US Billboard 200 og stórari sølu hennara best umtókta. Eisini vórðu fleiri singleplátuhitt tikin frá henni: 'Upside Down', 'My Old Piano', og 'I'm Coming Out', harav 'Upside Down' var plettskot á US Billboard Hot 100. Átta løg eru á plátuni; fýra á hvørjari síðu. Hetta var tann triðja við 'Dianu' í albumheitinum. 'Diana Ross' vóru útgávur í bæði 1970 og 1976, og so bara 'Diana' her í 1980.

Nile Rodgers og Bernard Edwards úr Chic skrivaðu øll løgini til plátuna og løgdu tey eisini til rættis. Albumið 'Diana' kom út hjá Motown Records tann 22. mai í 1980, men Diana Ross broytti sjálv mixingina, uttan at teir báðir áðurnevndu vistu av tí. Tað hendi eftir at plátuvendarin, Frankie Crocker, hevði ávarað Dianu um, at útgávan sum hon lág kundi gera enda á hennara karrieru. Millum annað tí disco hevði rættiliga brádliga fingið ringt orð á seg í USA. Saman við Russ Terrana, einum tøkningi hjá Motown, endavendi hon ljóðsporunum og setti meira ferð á løgini, áðrenn plátan varð givin út. Eisini vóru fleiri drúgvar, instrumentalar disco-passagur tiknar burtur. Framleiðandi lagskrivararnir báðir, Bernard Edwards og Nile Rodgers, mótmæltu handlingini og stevndu síðani. Men tey samstarvaðu aftur seinni, so tað rættaði seg.

Poppur, R&B, soul og disco eru stílirnir á hesari best umtóktu LP-útgávu hennara.

Plátubarrin 11. apríl 2026

Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör Kringvarp Føroya. Innehållet i podden är skapat av Kringvarp Føroya och inte av, eller tillsammans med, Poddtoppen.