C.S.Lewis varð borin í heim í Belfast í 28.november 1898 og doyði 22.november 1963. Hann hevur skrivað tretivu bøkur og tær eru seldar og umsettar í milliónatali. Hann var doktari í enskum máli og bókmentum. Hann undirvísti í nógv ár á universitetinum í Oxford. Har arbeiddi eisini hansara góði vinur,Tolkien, sum skrivaði um "Ringanna harra". Fyrsti heimsbardagi brast á og Lewis og vinmaðurin lovaðu hvørjum øðrum, at doyði annar skuldi hin taka sær av húskinum, sum sat eftir.
Símun Absalonsen sigur frá og hetta er seinna av trimum sendingum.
Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör
Kringvarp Føroya. Innehållet i podden är skapat av Kringvarp Føroya och inte av,
eller tillsammans med, Poddtoppen.