Leygarkvøldið tann 9. mars verður føroyskur tónleikur fagnaður og heiðraður við bæði framførslum, innsløgum og virðislønum á Faroese Music Awards 2024, sum verður hildið í Norðurlandahúsinum og víst beinleiðis í sjónvarpinum hjá KVF.
Í hesi sending hoyra vit upptøkur frá tíðindafundinum umframt samrøður við Marionnu Winther Nagata samskipara av FMA, Dánjal á Neystabø formann í Tónleikasambandi Føroya, Gabriel Apetrey kassameistara hjá TSF og við limirnir í bólkinum Adrenaline, sum er tilnevndur í flokkinum Ársins spírið.
Tónleikurin í sendingini er eisini á onkran hátt tilnevndur á FMA 2024.
Eyðfinn Jensen hevur tikið upp og lagt sendingina til rættis.
Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör Kringvarp Føroya. Innehållet i podden är skapat av Kringvarp Føroya och inte av, eller tillsammans med, Poddtoppen.