Tólv sangir, níggju á enskum og tríggir á føroyskum máli, eru á plátuni, ið er tikin upp í Studio Bloch, Sauna Recordings, The Space studios og í Bunkaranum.

Eivør hevur skriva øll løgini, og hevur samstarva við fleiri aðrar sangskrivarar um bæði løg og tekstir. Marjun Kjælnes hevur skrivað teir tríggjar føroysku tekstirnar á Segl.

Framleiðsluna hava Eivør Pálsdóttir og Tróndur Bogasson staðið fyri. Bretski framleiðarin Daniel Heath, hevur framleitt eitt lag og tvey í samstarvi við Eivør og Trónda. Høgni Lisberg hevur framleitt ásláttur og beats.

Mike Cave úr LOFT í Liverpool hevur ljóðblandað og mastera útgávuna.

Tónleikarar á Segl eru:

Mikael Blak, Bass, synth og vocoder

Per Ingvaldur Højgaard Petersen, trummir og beats

Hallur Johnsson, beats

Matthias Kapnas, piano og rhodes

Fieke Van Den Hink, harmoniku

og kvartettin Who Killed Bambi, strúkarar

Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör Kringvarp Føroya. Innehållet i podden är skapat av Kringvarp Føroya och inte av, eller tillsammans med, Poddtoppen.