Men Guðs hond er sterk, er heiti á 4. heildarútgávuni við bólkinum Hamferð.
Átta løg við føroyskum tekstum eru á plátuni, sum er tikin upp og framleidd av Theodor Kapnas í Studio Bloch í Havn og givin út kring heimin í samstarvi við Amerikanska plátufelagið Metal Blade Records.
Løgini hava limirnir í bólkinum gjørt í felag, meðan Jón Aldará, forsangari í Hamferð, hevur skrivað flest allar tekstirnar.
Tónleikarar í Hamferð eru: Jón Aldará, sang. Theodor Kapnas, guitar. Eyðun í Geil Hvannastein, guitar. Jenus í Trøðini, bass. Esmar Joensen, keyboard og Remi Kofoed Johannesen, trummur.
Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör Kringvarp Føroya. Innehållet i podden är skapat av Kringvarp Føroya och inte av, eller tillsammans med, Poddtoppen.