Frímælt hesa ferð bjóðar tvær søgur, sum hava verið sera nógv umrøddar seinastu dagarnar. Báðar knýta tær seg at fótbólti, men hava absolutt einki við fótbólt at gera. Tann eina søgan er um ein mann, sum klípti ein annan í pissilingin. Á fótbóltsvøllinum. Hin søgan er um ein mann, sum er komin til Føroya at spæla fótbólt, men ikki tók í hondina á skrivaranum í felagnum, hann skal spæla fyri.
Vit tosa eisini um Framsókn, sum fer at vera fyri fríari fosturtøku - eftir næsta løgtingsval. Men hvørjar avleiðingar hevur ein fráboðan av tí slagnum?
Vit fara eisini ein túr í Bob & Marilyn’s, handilin, sum er bæði aktuellur við einum nýggjum poddvarpi og einum social club, sum teir kalla tað, har tey møtast eina ferð um vikuna fyri at renna ein kvøldartúr í felag.
1. apríl hevur eisini verið, nógvar aprílsøgur eru sagdar, men er tað ein farin tíð, spyrja vit - og so runda vit eisini nýggja stjóran í Kringvarpi Føroya, Magnus Dam.
Gestir hesa ferð eru Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, Leivur Frederiksen, skúlastjóri og miðlamaður í Televarpinum, og Høgni Mohr, eigari av Bob & Marilyn’s.
Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör
Frihedsbrevet Føroyar. Innehållet i podden är skapat av Frihedsbrevet Føroyar och inte av,
eller tillsammans med, Poddtoppen.