Nærum hvønn dag fær ein føroyingar boð um, at hann ella hon hevur krabbamein. Nøkur gerast frísk, nøkur liva leingi við sjúkuni, og nøkur doyggja av henni.

Millum tey nógvu, ið hava kent sviðan av krabbameini seinastu árini, eru ein smábarnamamma í Havn, ein smágenta í Hvalvík og ein kona í Havn, sum misti mann sín.

Sendingina gjørdu Dagmar Joensen-Næs og Jens Jákup Hansen.

Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör Kringvarp Føroya. Innehållet i podden är skapat av Kringvarp Føroya och inte av, eller tillsammans med, Poddtoppen.