Mikrofonin
Avsnitt

Jens L. Thomsen koyrir á við ljóðmyndum og leggur síðstu hond á tvær nýggjar Orka útgávur: Mitt millum ljóð, tónleik og list

Dela

Ljóðlistamaðurin Jens L. Thomsen býr nú aftur Innan Glyvur og er í ferð við festa røtur aftur sum føroyingur — aftan á mong ár í London, har hann lærdi alt um bretska tónleikaframleiðslu og nýggjastu tøkni innan tónleik og ljóð. Hann tók eina bachelor innan Music Technology á Thames Valley University meðan hann gjørdi tónleik ikki minst í slóðbrótandi Orka høpi umframt at framleiða fyri onnur. Eisini gjørdist hann alsamt meira áhugaður í ljóðlist so væl sum ljóðtøkni, og nýliga nam hann eina master útbúgving á London South Bank University innan Environmental and Architectural Acoustics. Sær sjálvum líkur hevur Jens nógv jørn í eldinum og úr at gera, bæði við tónleiki og ljóðmyndum. Stutt fyri jól, tá Eysturoyartunnilin læt upp, var tað eisini til eina hugtakandi ljóðmynd sum Jens hevði skapað til høvið, og beint nú mixar hann tvær komandi útgávur fyri Orka, har hann framvegis er primus motor.

Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör Bui Tyril. Innehållet i podden är skapat av Bui Tyril och inte av, eller tillsammans med, Poddtoppen.