Jane Austin er aftur og aftur tillagað til film, hesaferð er tað skaldsøgan “Emma”, sum er gjørd til film við sama heiti, og Anya Taylor-Joy spælir høvuðsleiklutin sum Emma.

Síðani hava vit aftur eina Stephen King tillaging, í hesum føri “The Outsider”, ein sendirøð í tíggju pørtum, ið byggir á bókina við sama heiti eftir Horror-konginum sjálvum.

Og síðst hava vit donsku spennings-drama sendirøðina “Når støvet har lagt sig”, ið tekur støði í lagnunum hjá átta fólkum áðrenn og aftaná eitt yvirgangsálop í Keypmannahavn.

Podden och tillhörande omslagsbild på den här sidan tillhör Kringvarp Føroya. Innehållet i podden är skapat av Kringvarp Føroya och inte av, eller tillsammans med, Poddtoppen.